
AI chat-bot tænastan er fyri teg, sum vil hava ein digitalan hjálparmann á heimasíðuni, sum svarar kundum beinleiðis og tekur ímóti fyrispurningum, eisini tá tú ikki ert tøkur. Vit seta ein chat-bot upp, sum er lagaður til tína fyritøku, so hann kann svara vanligum spurningum og hjálpa við at savna kontaktupplýsingar frá møguligum kundum. Hetta gevur eina betri uppliving fyri tey, sum vitja síðuna, og økir um sannlíkindini fyri, at teir gerast kundar.
Tað er umráðandi at vita, at chat-botturin verður settur upp og er tengdur at skipanini, sum tú hevur gjøgnum Silvurpakkan. Vit gera ikki stórar automatiseringar ella djúpa integratión við hesum pakkanum, men í staðin fært tú vøruna sjálva og grundleggjandi uppseting, so kanst tú sjálvur byggja víðari uppá skipanina. Tað er heldur eingin umsiting við í hesum pakkanum, chat-botturin verður settur upp og latin til tín at nýta, so tú hevur fult tamarhald og møguleika at menna hann víðari eftir tørvi.
Boturin er altíð vakin og altíð klárur at svara spurningum, taka ímóti upplýsingum og fyrispurningum frá kundum. Hann er ongantíð sjúkur, ongantíð upptikin og altíð til arbeiðis.

Tað einasta amboðið, tú hevur brúk fyri til tína marknaðarføring á netinum. Harafturat sparir tú nógvar pengar í mun til kappingarneytarnar.
© Gøtudrongur 2026 Øll rættindi varveitt