Silvurpakkin

Vel tænastu

Silvurpakkin er fyri teg, sum vil hava eina greiða og samlaða marknaðarføtingsskipan, men sum ynskir at gera arbeiðið sjálvur. Tú fært atgongd til eina alt-í-einum loysn, Gøtudrongur forritið, har tú kanst stýra kundasamskifti, funnels, teldupostum, automatiseringum og nógvum ørum á einum stað, í staðin fyri at hava nógv ymisk forrit, sum ikki arbeiða saman. Samstundis fært tú eina ókeypis samrøðu við okkum, har vit hjálpa tær at seta øll grundleggandi viðirskiftini upp, sum til dømis DNS skrásetingar, kalendarar og teldupost. Tú fært eisini atgongd til eitt videoskeið og ein bólk, har tú kanst læra, hvussu tú fært mest burturúr skipanini. Har kunngera vit eisini nýggjar dagføringar.

Hví velja Silvurpakkan

Tú fert frá óskipaðum arbeiði og ógreiðum yvirliti til eina struktureraða skipan, har tú sjálvur hevur fult tamarhald og kanst byggja tínar egnu skipanir á ein einfaldan og effektivan hátt.

Tað einasta amboðið, tú hevur brúk fyri til tína marknaðarføring á netinum. Harafturat sparir tú nógvar pengar í mun til kappingarneytarnar.

Samband

© Gøtudrongur 2026 Øll rættindi varveitt