
Heimasíðutænastan er fyri teg, sum hevur tørv á einari professionellari heimasíðu, sum gevur eitt gott fyrsta inntrykk og ger tað lætt fyri kundar at taka samband. Vit byggja heimasíður og landing pages við greiðum struktur og boðskapi, so tær ikki bara síggja væl út, men eisini virka í verki. Tað er tó umráðandi at vita, at heimasíðan ikki kann bíleggjast einsamøll – tú mást hava í minsta lagi Silvurpakkan, tí heimasíðan verður bygd og rikin inni í skipanini. Vit seta grundleggjandi tingini upp, so síðan riggar frá byrjan, men vit gera ikki automatiseringar ella knýta hana djúpt saman við restina av skipanini. Tað er heldur eingin umsiting við í hesum pakkanum – tú fært heimasíðuna, og tað er tað. Í staðin fært tú eitt sterkt grundarlag, sum tú sjálvur kanst byggja víðari uppá, so skipanin kann mennast í takt við tína fyritøku og tín tørv.
Tú fært eina greiða, professionella heimasíðu, sum er bygd við sølu í huga. Ikki bara útsjónd. Samstundis verður hon bygd inni í einari skipan, sum gevur tær møguleika at byggja víðari og fáa nógv meira burturúr henni.

Tað einasta amboðið, tú hevur brúk fyri til tína marknaðarføring á netinum. Harafturat sparir tú nógvar pengar í mun til kappingarneytarnar.
© Gøtudrongur 2026 Øll rættindi varveitt