Eg eiti Flóvin, eg brenni fyri video og marknaðarføring.
Eg havi frá barnsbeini havt áhuga fyri video og myndum og havi síðan eg var smádrongur filmað alt frá tónleikafestivalum til lýsingar, kunningarvideo og alt møguligt annað. Professionelt havi atbeitt við m.ø.:
Eivør, G! Festival, Summar Festival, Fuglafarðar Kommunu, skótunum og mongum øðrum.
Í dag standi eg á odda fyri míni egnu fyritøku, sum hjálpir føroyskum fyritøkum. Vit brúka video og myndir til hetta.
Eg trúgvi uppá, at tú sum fyritøka ikki nýtist at brúka alla tíðina uppá at marknaðarføra teg sjálvur. Um tú hevur eina skipan, sum arbeiðir fyri teg, kanst tú brúka orkuna uppá tað, tú dugir best – og samstundis byggja ein sterkari profil.
Mítt mál
At hjálpa so nógvum føroyskum fyritøkum sum gjørligt – og gera tað á ein hátt, sum er bæði einfaldur og effektivur.

© Gøtudrongur 2025 All Rights Reserved.